Seinna Sámuelsbók kap. 21

Uppsetan
2. Epilogue
21:1-24:25
a. David Avenges the Gibeonites
21:1-14:1
1 Á døgum Dávids var einaferð hungursneyð, ið vardi trý ár hvørt eftir annað. Dávid søkti tá ásjón HARRANS, og HARRIN svaraði: „Tað er, tí blóðskyld hvílir á Saul og húsi hansara, aftur fyri at hann drap Gibeonitar.“
2 Kongurin sendi tá boð eftir Gibeonitum og tosaði við teir. – Gibeonitar hoyrdu ikki upp í Ísraelsmenn, men vóru av Amoritunum, ið eftir vóru í landinum, og Ísraelsmenn høvdu svorið teimum eið; men Saul royndi – í íðinskapi sínum fyri Ísraelsmonnum og Juda – at drepa teir. –
3 Dávid segði nú við Gibeonitar: „Hvat skal eg gera fyri tykkum, og við hvørjum skal eg gera bót, so tit signa arvalut HARRANS?“
4 Gibeonitar svaraðu: „Vit krevja hvørki silvur ella gull frá Saul ella húsi hansara, og vit hava ongan mann rætt at drepa í Ísrael.“ Hann segði tá: „Tað, ið tit krevja, skal eg gera fyri tykkum.“
5 So søgdu teir við kongin: „Tann maður, ið oyddi okkum, og sum hevði í huga at týna okkum, so ikki ein okkara skuldi vera eftir í øllum Ísraelslandi –
6 lat okkum av eftirkomarum hansara fáa sjey menn, so skulu vit heingja teir upp fyri HARRANUM í Gibea, har sum Saul, hin útvaldi HARRANS, átti heima!“ Kongurin svaraði: „Eg skal lata tykkum fáa teir.“
7 Men kongurin spardi Mefiboset, son Jónatan, son Saul, við tað at teir – Dávid og Jónatan, sonur Saul – høvdu svorið hvør øðrum eið um HARRAN.
8 Men báðar synirnar, ið Rizpa, dóttir Aja, hevði fingið við Saul – Armoni og Mefiboset – og hinar fimm synirnar, ið Mikal,* dóttir Saul, hevði fingið við Adriel, syni Barzillai úr Mehola, teir tók kongurin
9 og gav teir í hendur Gibeonita; og teir hongdu teir á fjallinum fyri ásjón HARRANS; teir doyðu allir í senn. Tað var teir fyrstu dagarnar av heystinum, táið byggheystið byrjaði, ið teir vórðu dripnir.
10 Men Rizpa, dóttir Aja, tók sorgarbúna sín, breiddi hann út á klettinum og sat har, frá tí heystið byrjaði, inntil vatn streymaði niður á teir av himli; hon læt ikki fuglar himmalsins sleppa at skjóta seg niður á teir um dagin, ei heldur hini villu dýrini á markini sleppa at leggjast á teir um náttina.
11 Táið Dávid fekk at vita, hvat Rizpa, hjákona Saul, dóttir Aja, hevði gjørt,
12 fór hann til menninar í Jabes í Gilead eftir beinum Sauls og Jónatans, sonar hansara – teir høvdu loyniliga tikið tey av torginum í Bet-San, har sum Filistarar høvdu hongt teir upp, tann dagin teir feldu Saul á Gilboa.
13 Táið hann nú hevði verið har eftir beinum Sauls og Jónatans, sonar hansara, savnaðu teir eisini saman bein teirra, ið hongdir vóru,
14 og teir jarðaðu bein Sauls og Jónatans, sonar hansara, í Zela í Benjaminslandi, í grøv Kiss, faðirs hansara. Alt tað, ið kongurin hevði givið boð um, gjørdu teir. Og síðani vísti Gud landinum náði.
b. Four Battles against the Philistines
21:15-22:1
15 Uppaftur varð ófriður millum Filistarar og Ísrael, og Dávid fór avstað við monnum sínum og kom í bardaga við Filistarar. Men Dávid gjørdist móður,
16 og Jisbo-Benob, sum var av rafaættini – hann hevði spjót, ið vigaði 300 seklar – av kopari – og hann var gyrdur við nýggjum svørði – ætlaði at drepa Dávid.
17 Men Abisai, sonur Zeruju, kom honum til hjálpar og høgdi niður Filistaran og drap hann. Tá svóru menn Dávids og søgdu við hann: „Tú mást ikki koma í hernað við okkum uppaftur, tí so sløkkir tú ljós Ísraels!“
18 Seinni stóð uppaftur – við Gob – ein bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Saf, sum var av rafaættini.
19 Enn eina ferð var við Gob bardagi við Filistarar; Elhanan Betlehemitur, sonur Ja’are-Orgim, feldi tá Goliat Gatit, ið hevði spjótskaft líkt vevbummi.
20 Uppaftur var ein bardagi – við Gat. Har var risavaksin maður, ið hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti – tilsamans 24; eisini hann var av rafaættini.
21 Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Simea, bróður Dávid, høgdi hann niður.
22 Hesir fýra vóru av rafaættini í Gat; teir fullu fyri Dávidi og monnum hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul