Seinna Sámuelsbók kap. 24
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
f.
David’s Failed Census
24:1-25:1
i.
David’s Military Census
24:1-9:1
1
Men vreiði HARRANS tendraðist aftur* móti Ísrael, og Hann eggjaði Dávid upp móti teimum og segði: „Far og tel Ísrael og Juda!“
2
Kongurin segði tá við Jóab, herhøvdinga sín, sum hjá honum var: „Far um í øllum ættum Ísraels, úr Dan líka til Be’erseba, og tel fólkið, so eg kann fáa talið á tí at vita!“
3
Jóab svaraði konginum: „HARRIN Gud tín leggi hundrað ferðir so mong aftrat hesum fólki, sum tey eru nú, og tað, so harri mín kongurin sjálvur fær tað at síggja! Men hví hevur harri mín kongurin fingið hug til slíkt?“
4
Men Jóab og herhøvdingarnir vórðu noyddir at lúta fyri boði kongsins. Jóab og herhøvdingarnir fóru so út í ørindum kongsins at taka manntal í Ísrael.
5
Teir fóru um Jordan og byrjaðu við Aroer, høgrumegin býin, ið er mitt í Gadsdali, og yvir ímóti Jazer.
6
So komu teir til Gilead og til Hetitaland, yvir ímóti Kadez, síðani til Dan-Ja’an og so rundanum, yvir ímóti Zidon.
7
So komu teir til borgina í Týrus og til allar Hevita- og Kána’anitabýirnar, og seinast fóru teir til Suðurlandið í Juda, til Be’erseba.
8
Soleiðis ferðaðust teir um alt landið og komu níggju mánaðir og tjúgu dagar eftir aftur til Jerusalem.
9
Jóab segði so konginum talið, ið teir høvdu fingið við fólkateljingina: Í Ísrael vóru 800000 raskir, vápnaførir menn, og Judamenn vóru 500000.
ii.
Judgment for David’s Sin
24:10-14:1
10
Men samvitskan sló Dávid, eftir at hann hevði talt fólkið, og Dávid segði við HARRAN: „Eg havi syndað stórliga við hesum, ið eg havi gjørt! Men fyrigev nú, HARRI, misbrot tænara Tíns, tí eg havi borið meg at sum stórur dári!“
11
Táið Dávid kom upp um morgunin, var orð HARRANS komið soleiðis til Gad profet, síggjara Dávids:
12
„Far og sig við Dávid: „So sigur HARRIN: Tríggjar lutir leggi Eg fyri teg; vel ein teirra, so skal Eg gera so við teg!““
13
Gad kom nú til Dávid, kunngjørdi honum hetta og segði við hann: „Vilt tú, at hungursneyð skal vera í landi tínum trý ár? Ella at tú skalt koma at flýggja undan fíggindum tínum tríggjar mánaðir, meðan teir elta teg? Ella at pest skal vera í landi tínum tríggjar dagar? – Hugsa teg nú um og ger av, hvat eg skal svara Honum, ið hevur sent meg!“
14
Dávid svaraði Gad: „Eg eri í stórari neyð – lat okkum so falla í hond HARRANS, tí miskunn Hansara er stór! Í menniskjahendur vil eg treyðugt falla.“
iii.
A Plague on Israel
24:15-17:1
15
HARRIN læt so pest koma í Ísrael, frá morgni til ta ásettu tíðina; og av fólkinum doyðu úr Dan til Be’erseba 70000 mans.
16
Og eingilin rætti út hondina ímóti Jerusalem at oyða tað; tá angraði HARRIN tað illa, og Hann segði við eingilin, ið forkom fólkinum: „Nú er nóg mikið! Tak nú hond tína aftur!“ – Eingil HARRANS var tá við treskipláss Aravna Jebusits.
17
Táið Dávid sá eingilin, ið drap fólkið, segði hann við HARRAN: „Tað eri eg, sum havi syndað, tað eri eg, sum havi borið meg illa at – men seyðurin har, hvat hevur hann gjørt! Lat hond Tína koma yvir meg og fedrahús mítt!“
iv.
David Builds an Altar
24:18-25:1
18
Sama dag kom Gad til Dávid og segði við hann: „Far og reis HARRANUM altar á treskiplássi Aravna Jebusits!“
19
Dávid fór nú hagar eftir orði Gads – soleiðis sum HARRIN hevði givið boð um.
20
Táið Aravna hugdi út, fekk hann eyga á kongin og tænarar hansara, sum komu yvir til hansara; tá fór Aravna út og kastaði seg niður fyri konginum við andlitinum til jarðar.
21
Og Aravna segði: „Hví kemur harri mín kongurin til tænara sín?“ Dávid svaraði: „Til at keypa treskiplássið frá tær og reisa HARRANUM altar har, so plágan kann steðga og víkja frá fólkinum.“
22
Tá segði Aravna við Dávid: „Harri mín kongurin kann taka og ofra tað, ið honum tykir best! Hygg, her eru neytini til brennioffur og treskisleðurnar og okini, ið á teimum eru, til brenni!
23
Alt hetta, kongurin, gevur Aravna konginum!“ Og Aravna segði við kongin: „HARRIN Gud tín taki í náði móti tær!“
24
Men kongurin svaraði Aravna: „Nei, eg skal keypa tað frá tær fyri pening! Eg ofri ikki HARRANUM Gudi mínum brennioffur, sum einki hava kostað mær.“ So keypti Dávid treskiplássið og neytini fyri 50 seklar av silvuri.
25
Og Dávid reisti har HARRANUM altar og ofraði brennioffur og takkoffur. Tá bønhoyrdi HARRIN landið, og plágan steðgaði og veik frá Ísrael.