Seinna Sámuelsbók kap. 22

Uppsetan
c. David's Song of Deliverance
22:1-51:1
1 Dávid sang HARRANUM henda song, tann dag ið HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls.
3 Gud mín, fjall mítt, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, vernd mín, lívd mín, frelsari mín – frá yvirgangi frelsir Tú meg!
7 Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt kom fyri oyru Hansara.
8 Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir himmalsins ristust, teir skakaðust – tí vreiði Hansara tendraðist.
9 Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum.
16 Tá kom botnur havsins undan, grundvøllir jarðarinnar lógu berir – fyri hóttan HARRANS, fyri vreiðiblástri Hansara.
17 Hann rætti hondina av hæddini og tók meg, dró meg upp úr hinum stóru vøtnum,
18 bjargaði mær undan sterka fígginda mínum, undan teimum, ið hataðu meg – teir vóru mær ov sterkir.
20 Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín.
21 HARRIN gjørdi við meg eftir rættvísi míni, Hann lønti mær, aftur fyri at hendur mínar vóru reinar.
25 Og HARRIN lønti mær eftir rættvísi míni; Hann hevði fyri eyga, at eg var reinur.
26 Tú vísir Teg góðan móti hinum góða, rættsintan móti hinum rættvísa kappanum;
28 Tú veitir hinum ørmu frelsu; men eygu Tíni eru móti hinum hástóru; tey eyðmýkir Tú!
31 Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum ein skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.
38 Eg skal leggja eftir fíggindum mínum og týna teir, eg vendi ikki við aftur, fyrrenn eg havi gjørt enda á teimum.
39 Eg geri enda á teimum og slái teir niður, so teir fáa ikki reist seg, men liggja falnir undir fótum mínum.
40 Tú gyrðir meg við styrki til bardaga, boyggir mótstøðumenn mínar undir meg.
42 Teir hyggja rundan um seg, men eingin hjálpir – eftir HARRANUM, men Hann svarar teimum ikki.
43 Eg mylji teir sundur sum dustið á jørðini, eg sori teir sundur, traðki teir niður sum skarn á vegnum.
44 Tú frelsir meg frá ófriði fólks míns, varðar meg til at vera høvd heidninganna; fólkasløg, sum eg kenni ikki, tæna mær.
49 leiðir meg út frá fíggindum mínum! Tú lyftir meg høgt yvir teir, sum standa mær ímóti, bjargar mær undan yvirgangskroppum.
51 Tú, sum gevur kongi Tínum stóran sigur og vísir hinum salvaða Tínum náði, Dávidi og ætt hansara, í allar ævir!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul