Seinna Sámuelsbók kap. 20

Uppsetan
2. The Rebellion of Sheba
20:1-26:1
1 Nú bar so á, at har var ein illviljaður maður, ið æt Seba, sonur Bikri, ein Benjaminitur. Hann blásti í hornið og segði: „Vit hava ongan part í Dávidi og ongan lut í syni Ísai! Hvør maður til tjøld síni, Ísrael!“
2 Tá rýmdi hvør Ísraelsmaður frá Dávidi, og teir fóru í part við Seba, son Bikri; men Judamenn hildu seg til kong sín og fylgdu við honum frá Jordan líka til Jerusalem.
3 Táið Dávid var komin heimaftur til Jerusalem, tók kongurin hinar tíggju hjákonurnar, ið hann hevði latið verið eftir at varðveita húsið, og læt tær búgva í húsi fyri seg sjálvar – undir vakt; hann læt tær fáa tað, ið teimum tørvaði, men hann helt seg ikki til teirra. Har sótu tær nú innistongdar og livdu sum einkjur til deyðadag sín.
4 Síðani segði kongurin við Amasa: „Stevn mær saman Judamonnum, áðrenn tríggir dagar eru gingnir, og ver tá sjálvur her!“
5 Amasa fór tá avstað at stevna saman Judamonnum; men hann drálaði út um tíðina, ið ásett var.
6 Tá segði Dávid við Abisai: „Nú koma vit í størri vanda av Seba, syni Bikri, enn av Absalom! Tak tú menn harra tíns og halt eftir honum! Bert hann ikki longu hevur funnið sær víggirdar staðir og er sloppin undan okkum!“
7 So hildu teir avstað við honum, menn Jóabs, lívvaktin og alt hitt raskasta herfólkið; teir fóru avstað úr Jerusalem og hildu eftir Seba, syni Bikri.
8 Táið teir vóru komnir at hinum stóra steininum við Gibeon, kom Amasa ímóti teimum. Jóab var í kappanum, sum hann var vanur at ganga í, og uttan á hann hevði hann bundið svørð – slíðrarnir vóru bundnir við lendar hansara; og táið hann steig fram, leyp tað úr slíðrunum.
9 Jóab segði nú við Amasa: „Veit tær væl við, bróðir?“ Og Jóab treiv við høgru hond í skegg Amasa at kyssa hann.
10 Men Amasa varðaði seg ikki fyri svørðinum, ið Jóab hevði í hini hondini; Jóab rendi tað í búk hansara, so innvølurin kom út úr honum; hann stakk hann bert hesa einu ferðina, so var hann deyður. Síðani hildu Jóab og bróðir hansara, Abisai, eftir Seba, syni Bikri.
11 Men ein av monnum Jóabs varð standandi hjá Amasa og rópti: „Tann, ið heldur við Jóab og er í parti við Dávidi, hann fylgi Jóab eftir!“
12 Men Amasa lá mitt á vegnum og veltist í blóði sínum, og táið maðurin sá, at alt fólkið steðgaði har, beindi hann Amasa burt av vegnum inn á markina og kastaði kappa yvir hann – við tað at hann sá, at allir, ið komu fram á hann, steðgaðu.
13 Við tað sama sum hann var fingin burt av vegnum, fylgdi hvør maður Jóab eftir, til at fáa Seba, son Bikri, aftur.
14 Seba fór nú gjøgnum allar ættir Ísraels líka til Abel-Bet-Ma’aka, og allir Bikritar savnaðust og fylgdu honum.
15 Men hinir komu og kringsettu hann í Abel-Bet-Ma’aka og reistu virkisvegg rundan um býin, inn móti hinum ytra múrinum. Og alt fólkið, ið við Jóab var, arbeiddi uppá at bróta múrin og fáa hann at falla.
16 Tá rópti ein vitig kona úr býnum: „Hoyrið, hoyrið! Sigið við Jóab, at hann skal koma higar, eg vil tosa við hann!“
17 Táið hann kom yvir til hennara, spurdi kvinnan: „Ert tú Jóab?“ Hann svaraði: „Ja!“ Tá segði hon við hann: „Hoyr tað, ið tænastukvinna tín sigur!“ Hann svaraði: „Eg hoyri!“
18 Hon segði: „Fyrr í tíðini plagdu tey at siga so: „Í Abel skal ein spyrja eftir ráðum!“ – Og tá útintu tey tað.
19 Eg eri ein av hinum friðarligu og trúføstu í Ísrael; og tú roynir at oyða ein bý, eina móður í Ísrael! Hví ætlar tú at týna arvaluti HARRANS?“
21 Tað er ikki so at skilja – nei, men ein maður úr Efra’imsfjøllum, sum eitur Seba, sonur Bikri, hevur reist seg móti kongi, móti Dávidi; latið meg bert fáa hann, so skal eg fara frá aftur býnum!“ Kvinnan segði við Jóab: „Høvd hansara skal verða kastað tær út um múrin.“
22 So fór kvinnan til alt fólkið við vitiga ráði sínum, og teir høgdu høvdið av Seba, syni Bikri, og kastaðu tað út til Jóab. Tá blásti hann í hornið, og teir fóru frá aftur býnum og spjaddu seg, hvør maður heim til sín sjálvs. Og Jóab fór aftur til Jerusalem, til kongin.
23 – Jóab var høvdingi yvir øllum heri Ísraels, og Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini;
24 Adoram var yvir teimum, ið gjørdu pliktarbeiði; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari;
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul