Hebrearabrævið kap. 9
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
The Earthly Tabernacle
9:1-10:1
1
Víst hevði nú eisini hin fyrri sáttmálin fyriskipanir sínar fyri gudstænastuni og jørðiska halgidóm sín.
2
Tí tjald varð gjørt, hitt fremra; í tí var ljósastakin, borðið og sýnisbreyðini – hetta kallast hitt heilaga.
3
Men aftan fyri annað forhangið var tjaldið, sum kallast hitt alraheilagasta;
4
í tí var roykilsisaltar av gulli og sáttmálaørkin, sum var klædd við gulli, øll sum hon var; í henni var gullkrukka við manna, stavur Árons, sum blómað hevði, og sáttmálatalvurnar.
5
Yvir henni vóru kerúbar dýrdarinnar, sum skuggaðu yvir náðistólin. – Men um hetta fara vit ikki at tala nú, hvørt fyri seg.
6
Á tann hátt var hetta gjørt. Inn í hitt fremra tjaldið fara prestarnir altíð, táið teir gera tænastu sína;
7
men inn í hitt fer bert høvuðspresturin, eina ferð um árið, ikki uttan blóð – sum hann ofrar fyri seg sjálvan og fyri mistøk fólksins.
8
Við hesum peikar Heilagi Andin á, at vegurin til halgidómin er ikki opinberaður enn – so leingi sum hitt fremra tjaldið enn stendur.
9
Tí tað er ímynd – inntil tíðina, ið nú er, og samsvarandi tí verða borin fram bæði gávur og offur – sum tó ikki, samvitskuni viðvíkjandi, eru ment at gera tann fullkomnan, ið útinnir gudstænastu sína,
10
men sum bert, saman við mati og drekka og ymiskum tváttum, eru holdligar fyriskipanir, álagdar, inntil tíðin kom at fáa alt í rættlag.
d.
Redemption through His Blood
9:11-28:1
11
Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi –
12
og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing.
13
Tí so satt sum blóð bukka og tarva og øskan av kvígu – við at verða slett á hini óreinu – halgar til útvortis reinleika,
14
hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gud, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi!
15
So er Hann tá millummaður fyri nýggjan sáttmála, so hini kallaðu skulu fáa hin æviga arv, ið lovaður var, eftir at deyði hevur átt sær stað til endurloysing frá brotunum undir hinum fyrra sáttmálanum.
16
Har sum arvaskjal er, er jú eisini neyðugt, at deyði hansara, ið gjørdi arvaskjalið, verður prógvaður.
17
Arvaskjal kemur jú ikki í gildi fyrrenn eftir deyðan; tað hevur aldri kraft, so leingi sum tann livir, sum gjørdi tað.
18
Tí varð heldur ikki hin fyrri sáttmálin vígdur uttan blóð.
19
Tí táið Móses hevði kunngjørt øllum fólkinum øll boðini eftir lógini, tók hann kálva- og bukkablóð saman við vatni, skarlaksreyðari ull og isopi og sletti tað bæði á bókina sjálva og alt fólkið, og segði:
20
„Hetta er blóð sáttmálans, ið Gud læt gera við tykkum.“
21
Eisini tabernaklið og øll amboðini, ið hoyrdu til gudstænastuna, sletti hann somuleiðis blóð á.
22
Ja, næstan alt verður eftir lógini reinsað við blóði, og uttan at blóð verður úthelt, fæst ikki fyrigeving.
23
Tað var tá neyðugt, at avmyndir hins himmalska vórðu reinsaðar soleiðis; men hitt himmalska sjálvt mátti verða reinsað við betri ofrum enn hesum.
24
Tí Kristus fór ikki inn í halgidóm, sum gjørdur var við hondum og bert var mynd av hinum sanna; nei, Hann fór inn í sjálvan Himmalin fyri nú at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta
25
– ikki heldur, fyri at Hann skuldi ofra Seg sjálvan mangar ferðir – eins og høvuðspresturin ár eftir ár fer inn í halgidómin við fremmandum blóði.
26
– So mátti Hann havt liðið ofta, frá tí heimurin varð grundaður. Men nú er Hann við enda tíðanna opinberaður eina ferð fyri allar til at taka burt syndina við ofri Sínum.
27
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
28
so skal Kristus eisini, eftir at Hann eina ferð er ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum, aðru ferð – uttan synd* – opinbera Seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum.