Titusarbrævið kap. 1
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1.
Paul’s Greeting to Titus
1:1-4:1
1
Paulus, tænari Guds og ápostul Jesu Krists, til at virka trúgv hjá hinum útvaldu Guds og kunnskap um sannleikan, sum hoyrir til gudsótta,
2
í vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum.
3
Og táið tíðin var komin, opinberaði Hann orð Sítt í prædikuni, sum mær er litin upp í hendur eftir boði Guds, Frelsara okkara
4
– til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náði og friður frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara!
2.
For the Leaders
1:5-16:1
a.
Appointing Elders on Crete
1:5-9:1
5
Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,
6
um onkur er, sum er ólastandi, maður einar kvinnu, og hevur trúgvandi børn, sum ikki hava ringt orð á sær fyri óskikkiligt lív ella eru treisk.
7
Tí umsjónarmaður skal vera ólastandi sum húshaldari Guds, ikki sjálvgóður, ikki illførur, ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, ikki gjarnur eftir ljótum vinningi,
8
men gestablíður, elskandi hitt góða, høviskur, rættvísur, heilagur, fráhaldandi,
9
ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni – fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti.
b.
Correcting False Teachers
1:10-16:1
10
Tí mong eru, sum ikki vilja vita av ræði, sum fara við tómum tosi og leiða í villu; serliga eru tað tey av umskeringini.
11
Slík eiga at verða tept; tí tey villleiða heil hús við at læra tað, sum ikki eigur at verða lært – fyri at fáa ljótan vinning.
12
Ein teirra – ein av teirra egnu profetum – hevur sagt: „Kretingar eru altíð lygnarar, óargadýr, letibúkar.“
13
– Hesin vitnisburður er sannur. Tí skalt tú hava strangliga at teimum, so tey kunnu verða heilbjargin í trúnni
14
og ikki akta eftir jødiskum ævintýrum og boðum manna, sum venda sær burtur frá sannleikanum.
15
Alt er hinum reinu reint; men hinum óreinu og vantrúgvandi er einki reint; nei, bæði sinni og samvitska teirra eru dálkað.
16
Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum; tí tey eru andstyggilig og ólýðin og duga einki gott verk til.