Seinna Timoteusarbrævið kap. 3
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
Warning of Difficulties Ahead
3:1-4:22
a.
Evil in the Last Days
3:1-9:1
1
Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.
2
Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,
3
kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,
4
svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;
5
tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.
6
Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum
7
og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan.
8
Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.
9
Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert – eins og eisini vitloysi hinna* varð.
b.
The Means to Overcome Apostasy
3:10-4:8
i.
All Scripture is God-Breathed
3:10-17:1
10
Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,
11
í atsóknum, í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.
12
– Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.
13
Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.
14
Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;
15
og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.
16
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
17
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.