Kolossibrævið kap. 2

Uppsetan
b. Absent in Body, Present in Spirit
2:1-5:1
1 Tí eg vil, at tit skulu vita, hvussu nógv stríð eg havi fyri tykkum og fyri tey í Laodikea og fyri øll, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum
2 – fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus.
5 Tí um eg so í holdinum eri fráverandi, eri eg tó í andanum hjá tykkum og gleðist við at síggja, hvussu gott skilið er hjá tykkum, og hvussu føst tit eru í trúnni á Kristus.
4. Alive with Christ
2:6-23:1
a. Warning against False Philosophy
2:6-15:1
6 Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,
7 og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum og staðfesta í trúnni, eins og tit eru lærd, og vaksið í henni við takkargerð!
8 Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
11 Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar –
12 grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.
13 Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara – holdinum – gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara
14 og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.
15 Hann avvápnaði tignirnar og valdini og gjørdi tey til skammar fyri eygum alra, táið Hann á krossinum vísti Seg sum sigurharra yvir teimum.
b. Reject False Teachers
2:16-23:1
16 Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
18 Latið ongan ræna sigurslønina frá tykkum, um onkur roynir hetta við „eyðmjúkleika“ og eingladýrkan, við tað at hann tekst við tað, sum hann hevur sæð í sjónum – uttan grund uppblástur av holdliga sinni sínum –
19 og heldur ikki fast við høvdið, sum alt likamið veksur vøkst Guds út úr, hjálpið og samanbundið av liðum og bondum sínum!
20 Eru tit við Kristusi deyð frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, sum tit høvdu livað í heiminum enn, slík boð leggja á tykkum:
22 – Hetta er tó alt ætlað til oyðingar við at verða nýtt! – Alt slíkt er boð og lærdómar manna!
23 Hetta hevur víst orð fyri at vera vísdómur – við sjálvvaldari dýrkan, „eyðmjúkleika“ og ringari viðferð av likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert! Tað er einki til uttan at metta holdið!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul