Filippibrævið kap. 3

Uppsetan
5. Warnings against False Examples
3:1-21:1
a. Righteousness through Faith in Christ
3:1-11:1
1 Og síðani, brøður mínir – gleðist í Harranum! At skriva hitt sama til tykkara troyttar ikki meg, og tað er tykkum tryggjandi.
2 Havið eyguni eftir hundunum, havið eyguni eftir hinum óndu arbeiðsmonnum, havið eyguni eftir sundurskeringini!
3 Tí vit eru hinir umskornu, vit, sum tæna Gudi í Anda Hansara, rósa okkum í Kristi Jesusi og ikki seta lít okkara til holdið.
4 – Ja, eg havi nú tað, sum eg kundi sett lít mína til, í holdinum við. Heldur nakar annar seg kunna seta lít sína til holdið, so kann eg tað meir.
5 Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari.
6 So íðin var eg, at eg lá eftir samkomuni, og í rættvísi eftir lógini var eg ólastandi.
8 ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn – fyri at eg kann vinna Kristus
9 og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv.
10 Soleiðis skal eg koma at kenna Hann og kraft uppreisnar Hansara og samfelag líðinga Hansara, við tað at eg verði gjørdur Honum líkur í deyða Hansara
b. Pressing on Toward the Goal
3:12-16:1
12 Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi.
14 men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
15 Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag! Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við –
c. Citizenship in Heaven
3:17-21:1
17 Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd!
18 Tí mong liva – eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum – sum fíggindar kross Kristusar;
19 endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er.
20 Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
21 sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul