Rómverjabrævið kap. 15

Uppsetan
iii. Accept One Another
15:1-6:1
1 Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar.
2 Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar – honum til gagn, til uppbygging.
3 Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði; nei – sum skrivað er: „Háð teirra, ið Teg háðaðu, fall á Meg.“
4 Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.
5 Og Gud tolsins og troystarinnar gevi tykkum at semjast tykkara millum – eftir fyridømi Jesu Krists,
6 so tit av einum hjarta – við einum munni – kunnu prísa Gudi og Faðir Harra okkara Jesu Krists!
iv. Christ the Servant of Jews and Gentiles
15:7-13:1
7 Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!
8 Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður – fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar;
9 men heidningarnir skulu prísa Gudi fyri miskunn – sum skrivað er: „Tí skal eg játta Teg millum heidningar og lovsyngja navni Tínum.“
11 Og uppaftur: „Lovið Harranum, allir heidningar, og prísið Honum, øll fólk!“
12 Uppaftur sigur Esaias: „Koma skal rótskot Ísais, Hann, sum reisist at ráða yvir heidningum; á Hann skulu heidningar vóna.“
13 Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
a. Paul the Minister to the Gentiles
15:14-22:1
14 Eg havi eisini sjálvur ta fullu vissu um tykkum, brøður mínir, at tit av tykkum sjálvum eru fullir av góðsku, fyltir við øllum kunnskapi, førir fyri eisini at áminna hvør annan.
15 Tó havi eg fyri ein part skrivað heldur djarvt til tykkara fyri aftur at áminna tykkum – eftir náðini, ið mær er givin av Gudi,
16 at eg millum heidningarnar skal vera offurtænari Krists Jesu, ið tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri at heidningarnir kunnu verða offur, ið líkar Honum, halgað við Heilaga Andanum.
18 Tí eg vil ikki vága mær at tala um nakað annað enn tað, sum Kristus hevur virkað við mær til at leiða heidningar til lýdni, við orði og verki,
19 við kraft tekna og undra, við kraft Anda Guds, so eg, úr Jerusalem og runt um, líka til Illýria, havi til fulnar kunngjørt evangelium Kristusar.
20 Eg havi tó sett æru mína í at kunngera evangeliið, ikki har sum Kristus var nevndur frammanundan – fyri at eg skuldi ikki byggja á grundarlagnum hjá øðrum.
21 Nei – sum skrivað er: „Tey, ið ongan boðskap høvdu fingið um Hann, skulu síggja, og tey, sum ikki hava hoyrt, skulu skilja.“
b. Paul’s Travel Plans
15:23-33:1
23 Men nú ið einki rúm er mær longur í hesum londum – og eg mong ár havi tráað eftir at koma til tykkara –
24 ætli eg, táið eg fari til Spania, at koma til tykkara; tí eg vóni at fáa tykkum at síggja á gjøgnumferðini og av tykkum at verða hjálptur hagar, eftir at eg fyrst í nakran mun havi fingið gott av tykkum.
26 Tí Makedonia og Akaia vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku millum hini heilagu í Jerusalem.
27 Tey vildu so fegin gera tað – og tey standa eisini í skuld til teirra. Tí táið heidningarnir hava fingið part í andaligu góðum teirra, skylda teir teimum eisini at tæna teimum við hinum tímiliga.
28 Táið eg tá havi fullført hetta og lagt henda ávøkst í hendur teirra, ætli eg haðani at fara til Spania og bera við hjá tykkum.
29 Og eg veit, at táið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli.
30 Nú áminni eg tykkum, brøður, við Harra okkara Jesusi Kristi og við kærleika Andans, saman við mær at stríða í bønum tykkara til Gud fyri mær,
31 at eg skal verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Judea, og at ørindi mítt í Jerusalem skal líka hinum heilagu væl,
32 so eg kann koma til tykkara við gleði, eftir vilja Guds, og verða lívgaður saman við tykkum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul