Rómverjabrævið kap. 11

Uppsetan
c. Israel in the Future
11:1-36:1
i. A Remnant Chosen by Grace
11:1-10:1
1 Eg spyrji nú: Hevur tá Gud vrakað fólk Sítt? Minni enn so! Eisini eg eri jú Ísraelsmaður, av avkomi Ábrahams, av ætt Benjamins!
2 Gud hevur ikki vrakað fólk Sítt, sum Hann kendi frammanundan. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur, har hon talar um Elias? – hvussu hann stígur fram fyri Gud móti Ísrael og sigur:
3 „Harri! Profetar Tínar hava tey dripið, altar Tíni hava tey rivið niður; eg eri einsamallur eftir, og tey liggja mær eftir lívinum.“
4 Og hvat svar fær hann tá frá Gudi? – „Eg havi latið 7000 menn verða eftir til Mín, teir, ið ikki hava boygt knæ fyri Ba’al.“
5 Soleiðis er eisini, í tíðini, sum nú er, leivd vorðin eftir – eitt náðiúrval.
6 Men er tað av náði, so er tað ikki longur av verkum – annars verður náðin ikki náði longur.
7 Hvussu tá? – Tað, sum Ísrael leitar eftir, hevur tað ikki fingið; men hini útvaldu hava fingið tað, hini eru vorðin herd
8 – sum skrivað er: „Gud gav teimum svøvnanda, eygu til ikki at síggja við og oyru til ikki at hoyra við, líka til henda dag.“
9 Og Dávid sigur: „Borð teirra verði teimum snerra, fella, ástoyt og afturløning!
ii. The Ingrafting of the Gentiles
11:11-24:1
11 Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara.
12 Er nú fall teirra heiminum ríkidømi, og er minkan teirra heidningunum ríkidømi, hvussu mikið meiri ikki, táið tal teirra verður fult!
13 Til tykkara tali eg, tit heidningar! – So satt sum eg eri heidningaápostul, prísi eg embæti mínum
14 – um eg tó kundi vakt ætt mína eftir holdinum til álvara og frelst nøkur av teimum.
15 Tí er tað heiminum sáttargerð, at tey eru vrakað, hvat verður tað tá uttan lív av deyðum, táið tey verða fagnað!
16 Er frumgróðurin heilagur, so er deiggið tað við, og er rótin heilag, so eru greinarnar tað við.
17 Men um nú nakrar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, villur oljukvistur, vart gróðursettur millum teirra og fekst part við teimum í rót og fiti oljutræsins,
18 so rósa tær ikki móti greinunum! Og um tú rósar tær, so er tað tó ikki tú, ið bert rótina, men rótin, ið ber teg.
19 Tú sigur kanska: „Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!“
20 Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast!
21 Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg.
22 Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av.
23 Men hini skulu eisini verða gróðursett, verða tey ikki verandi í vantrúnni; tí Gud er mentur aftur at gróðurseta tey.
24 Tí um tú vart høgdur av oljutrænum, ið av náttúruni er vilt, og móti náttúruni gróðursettur í gott oljutræ, hvussu mikið meiri skulu tá ikki tey verða gróðursett í sítt egna oljutræ, tey, sum av náttúruni hoyra til tað!
iii. All Israel Will Be Saved
11:25-32:1
25 Tí eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um hetta loyndarmál – fyri at tit skulu ikki halda tykkum sjálvar vera klókar – at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka inntil heidningarnir eru komnir inn í fullum tali.
26 So skal alt Ísrael verða frelst – sum skrivað er: „Úr Zion skal Frelsarin koma; Hann skal fáa burt gudloysi frá Jákupi;
28 Eftir evangeliinum eru tey fíggindar – fyri tykkara skuld; men eftir útveljingini eru tey elskað – fyri fedranna skuld.
30 Eins og tit áður vóru Gudi ólýðin, men hava nú fingið miskunn, við tað at hesi vóru ólýðin,
31 soleiðis hava nú eisini hesi verið ólýðin, fyri at tey, við teirri miskunn, ið tykkum er fallin í lut, eisini skulu fáa miskunn.
32 Tí Gud hevur givið tey øll upp til ólýdni, so Hann kundi miskunna teimum øllum.
iv. A Hymn of Praise
11:33-36:1
33 Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara!
36 – Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul