Ápostlasøgan kap. 10

Uppsetan
iii. Cornelius, the God-Fearing Gentile
10:1-11:18
1. Cornelius Sends for Peter
10:1-8:1
1 Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri herliðinum, ið kallaðist hitt italska.
2 Hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og altíð bað til Gud.
3 Hann sá skilliga í sjón um níggjunda tíman á deginum eingil Guds, sum kom inn til hansara og segði við hann: „Kornelius!“
4 Hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: „Hvat er tað, harri?“ Hann segði við hann: „Bønir tínar og olmussur tínar eru stignar upp, so at Gud minnist tær!
5 Send nú nakrar menn til Joppe og fá til tín ein Símun, sum hevur tilnavnið Pætur!
7 Táið nú eingilin, ið tosaði við hann, var farin frá honum, kallaði hann til sín tveir av tænarum sínum og ein hermann, ið óttaðist Gud – ein av teimum, ið altíð vóru um hann –
2. Peter’s Vision
10:9-16:1
9 Men dagin eftir, meðan hesir vóru á veg og nærkaðust býnum, fór Pætur um sætta tíman upp á takið at biðja.
10 Hann varð tá ógvuliga svangur og vildi hava at eta. Meðan tey nú gjørdu tað til, fall hann í burturrykking.
11 Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina.
14 Men Pætur svaraði: „Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.“
15 Uppaftur, aðru ferð, ljóðaði rødd til hansara: „Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!“
16 Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals.
3. Peter Called to Caesarea
10:17-23:1
17 Meðan Pætur nú ikki visti, hvat hann skuldi hugsa um hesa sjón, ið hann hevði sæð, hvat hon mundi hava at týða, tá stóðu menninir, ið Kornelius hevði sent, fyri portrinum; teir høvdu spurt seg fram til hús Símunar.
19 Meðan Pætur nú hugsaði um sjónina, segði Andin við hann: „Tríggir menn leita eftir tær.
21 So fór Pætur oman til menninar og segði: „Eg eri tann, ið tit leita eftir! Av hvørji grund eru tit komnir higar?“
22 Teir svaraðu: „Kornelius høvuðsmaður, rættvísur maður, sum óttast Gud og hevur góðan vitnisburð frá øllum Jødafólkinum, fekk frá heilagum eingli boð, at hann skuldi heinta teg til sín og hoyra, hvat tú hevur at siga.“
23 Hann bað teir tá koma inn og hýsti teimum. Og dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum í Joppe fóru við honum.
4. Peter Visits Cornelius
10:24-33:1
24 Næsta dagin komu teir til Kesarea. Kornelius bíðaði eftir teimum og hevði kallað skyldfólk sítt og næstu vinir sínar saman.
25 Táið Pætur nú kom inn, fór Kornelius ímóti honum, fall niður fyri føtur hansara og tilbað hann.
28 Hann segði við tey: „Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari tjóð ella fara inn til hansara; men mær hevur Gud víst, at eg skal einki menniskja kalla vanheilagt ella óreint.
29 Tí setti eg meg heldur ikki ímóti at koma, táið eg fekk boð. Og nú spyrji eg tykkum: Av hvørji grund hava tit sent boð eftir mær?“
30 Tá svaraði Kornelius: „Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær.
31 Hann segði: „Kornelius! Bøn tín er hoyrd, og olmussur tínar eru í minni fyri ásjón Guds.
32 Send tí boð til Joppe og lat Símun, sum hevur tilnavnið Pætur, kalla til tín! Hann heldur til í húsi Símunar garvara við sjógvin; hann skal tala til tín, táið hann kemur.“
33 Tí sendi eg við tað sama boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Og nú eru vit øll stødd her fyri ásjón Guds at hoyra alt, ið tú hevur fingið boð um av Harranum.“
5. Good News for Gentiles
10:34-43:1
34 Tá læt Pætur upp munnin og segði: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun,
35 men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.
36 – Orðið, ið Hann sendi út til Ísraelsmenn, táið Hann við Jesusi Kristi – sum er Harri alra – kunngjørdi frið í evangeliinum,
37 tað orðið kenna tit, tað, sum út er farið um alt Judea, eftir at tað byrjaði í Galilea, aftan á dópin, ið Jóhannes prædikaði
38 – um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.
39 Vit eru vitni um alt, ið Hann gjørdi, bæði úti um land Jødanna og í Jerusalem. Hann drópu teir – hongdu Hann á træ.
41 ikki fyri øllum fólkinum, men fyri vitnunum, ið frammanundan vóru vald av Gudi – fyri okkum, ið ótu og drukku saman við Honum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu.
42 Og Hann gav okkum boð um at prædika fyri fólkinum og vitna, at Hann er hin av Gudi setti dómari yvir livandi og deyðum.
43 Honum geva allir profetarnir tann vitnisburð, at hvør tann, ið trýr á Hann, fær fyrigeving syndanna við navni Hansara.“
6. The Gentiles Receive the Holy Spirit
10:44-48:1
44 Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu.
45 Allir hinir umskornu trúgvandi, sum við Pæturi vóru komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnar við;
47 Tá tók Pætur til orða og segði: „Kann nakar sýta hesum vatnið, at tey skulu ikki verða doypt – tey, sum tó hava fingið Heilaga Andan líka væl sum vit!“
48 Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul