Nahum kap. 2

Uppsetan
2. The Overthrow of Nineveh
2:1-13:1
a. The Fall of the City
2:1-10:1
1 Hygg har á fjøllunum føtur hansara, sum kemur við góðum boðskapi, sum kunnger frið! Halt hátíðir tínar, Juda, ger eftir lyftum tínum! Tí hinir gudleysu skulu aldri uppaftur treingja seg inn í land títt – teir eru allir oyddir.
2 Ein kemur móti tær, sum ætlar at spjaða teg í allar ættir; halt vakt á skansunum, skoða út á vegin, styrk lendar tínar, savna alla styrki tína!
3 Tí HARRIN reisir aftur stórleika Jákups og stórleika Ísraels; tí ránsmenn hava rænt teir og forkomið víntrøum teirra.
4 Skjøldir kappa hansara eru reyðlitaðir; hermenn hansara eru klæddir í skarlak; vagnar hansara skyggja av stáli, tann dag hann ger teir til reiðar til bardaga, og spjótini verða reiggjað.
5 Á gøtunum strúka vagnarnir avstað, teir fara við rúkandi ferð um torgini; teir eru sum kyndlar at síggja; sum snarljós fara teir avstað.
6 Hann minnist veldigu kappar sínar; teir snáva, sum teir ganga; teir skunda sær fram at býmúrinum, men skjaldatakið er reist.
8 Og tað stendur fast: Hon* verður úrlatin, flutt burtur, og gentur hennara kurra sum dúvur og sláa seg fyri bróstið.
9 Nineve hevur verið sum tjørn, full av vatni, líka frá teimum døgum tað varð til. Men nú flýggja teir. – „Steðgið, steðgið!“ Men eingin vendir sær á.
10 Rænið silvur, rænið gull! Tí eingin endi er á skattunum, har eru alskyns dýrabarir lutir í yvirflóð.
b. Reputation of Nineveh Destroyed
2:11-13:1
11 Oytt, forkomið og gjørt til einkis! Hjørtu í angist, knø, ið riða, og skjálvti í øllum lendum! Og øll andlit skifta lit!
12 Hvar er nú bústaður leyvanna – staðið, har hinar ungu leyvur ótu rán sítt, har sum leyvan og honleyvan gingu, og leyvuungin, uttan at nakar stygdi tey!
13 Hvar er leyvan, ið rændi, inntil ungar hennara høvdu nóg mikið, og drap til honleyvur sínar, fylti bøli síni við ráni og bústaðir sínar við tí, sum hon hevði skrætt sundur!
14 – Ja, Eg skal venda Mær móti tær – sigur HARRIN Gud herskaranna – Eg skal brenna vagnar tínar – lata teir fara upp í royk – og ungu leyvum tínum skal svørðið gera enda á; Eg skal oyða rán títt av jørðini, og rødd sendiboða tína skal ikki hoyrast uppaftur!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul