Jóel kap. 3
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Future Day of the LORD
3:1-21:1
a.
The LORD Judges the Nations
3:1-16:1
1
Eftir hetta skal Eg úthella Anda Mín yvir alt hold; synir og døtur tykkara skulu profetera; hinir gomlu hjá tykkum skulu hava dreymar, og hinir ungu hjá tykkum skulu síggja sjónir;
2
ja, um tað so eru trælirnir og trælkvinnurnar, skal Eg á teimum døgum úthella Anda Mín yvir tey.
3
Eg skal gera undurfull tekin á himli og á jørð: Blóð, eld og roykstólpar.
4
Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur HARRANS kemur, hin stóri og ræðuligi.
5
Men ein og hvør, sum ákallar navn HARRANS, skal verða frelstur. Tí á Zionsfjalli og í Jerusalem skal vera undansloppin skari – soleiðis sum HARRIN hevur sagt – og til hini undanslopnu skulu tey hoyra, sum HARRIN kallar.
6
Tí á teimum døgum og á teirri tíð, táið Eg vendi lagnu Juda og Jerusalems,
7
skal Eg savna øll heidningafólk og leiða tey oman í Jósafatsdal; og har skal Eg halda dóm yvir teimum viðvíkjandi fólki Mínum og arvaluti Mínum, Ísrael, sum tey spjaddu um millum tjóðirnar. Og land Mítt býttu teir,
8
ja, teir kastaðu lut um fólk Mítt, lótu drong fyri skøkju, seldu gentu fyri vín, sum teir drukku.
9
Og tit, Týrus og Zidon og allir landspartar Filistara – hvat vilja tit Mær? Er nakað, ið tit ætla at løna Mær aftur, ella ætla tit at gera Mær nakað? – Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur, og tað bæði skjótt og brátt,
10
tit, ið tóku silvur og gull Mítt og fóru avstað til tempul tykkara við dýrastu skattum Mínum
11
– og seldu sonum Javan Judamenn og tey, sum í Jerusalem búðu, so tey skuldu koma langt burtur frá landi sínum!
12
Men Eg skal kalla tey aftur, haðani sum tit hava selt tey, og Eg skal lata verk tykkara falla aftur á tykkara egna høvur!
13
Eg skal selja Judamonnum synir og døtur tykkara, og teir skulu selja Sabearum tey – tjóð, ið býr langt burtur – tí HARRIN hevur talað!
14
Latið heidningarnar hoyra hetta! Vápnið tykkum til heilagt stríð! Vekið kapparnar! Allir vápnaførir menn stígi fram og haldi avstað!
15
Smíðið svørð úr plógjørnum tykkara og spjót úr víngarðsknívum tykkara! Hin heilsuleysi sigi: „Eg eri kappi!“
16
Skundið tykkum og komið, øll tit heidningafólk úr øllum ættum – savnið tykkum saman! – Leið kappar tínar hagar oman, HARRI!
b.
Blessings for God’s People
3:17-21:1
17
Heidningafólk skulu vakna og fara til Jósafatsdal; tí har skal Eg sita og døma øll heidningafólkini allastaðni frá.
18
Fram við akurknívinum – kornið er staðið! Komið og troðið – persan er full, tað rennur út av íløtunum, so stórur er óndskapurin har!
19
Flokkarnir tyrpast saman í Dómsdali, tí nær er dagur HARRANS í Dómsdali.
20
Sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt.
21
HARRIN skal brøla av Zion og lata rødd Sína hoyrast úr Jerusalem, so at himmal og jørð nøtra. – Men fólki Sínum er HARRIN lívd, Ísraelsmonnum er Hann vernd.
22
Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum býr á Zion, heilaga fjalli Mínum; og Jerusalem skal vera heilagt stað, sum fremmandir ikki longur skulu treingja seg inn í.
23
Tann dag skal vínberjaløgur dryppa av fjøllunum, og mjólk renna av heyggjunum; vatn skal streyma í øllum løkjum í Juda. Og kelda skal springa upp í húsi HARRANS og vatna Akasiudal.
24
Egyptaland skal verða oyðið, og Edom nakin oyðimørk, aftur fyri yvirgangsverk teirra móti børnum Juda, aftur fyri at teir hava úthelt sakleyst blóð í landi teirra.
25
Men Juda skal verða búgvandi í allar ævir, og Jerusalem mann eftir mann.
26
Eg skal hevna blóð teirra, tað, ið Eg ikki havi hevnt enn. – Og HARRIN býr á Zion.