Jóel kap. 2
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
A Future Day of the LORD
2:1-32:1
a.
The Army of Locusts
2:1-11:1
1
Blásið í horn á Zion, blásið harðblástur á heilaga fjalli Mínum! Nøtrið, øll tit, sum í landinum búgva! Tí dagur HARRANS kemur – hann er nær –
2
dagur við myrkri og niðu, dagur við skýggjum og toku, breiddur sum morgunroði yvir fjøllini – stór og sterk tjóð, sum aldri nakrantíð hevur havt líka sín og ei heldur skal fáa hann hereftir á komandi árum, mann eftir mann.
3
Fyri henni oyðir eldur, og eftir hana brennur logi; sum Eden er landið framman fyri hana, og eftir hana er tað sum naknasta oyðimørk; einki sleppur undan henni.
4
Sum hestar eru teir at síggja, sum hestmenn rúka teir avstað.
5
Tað ljóðar sum gangur av vagnum, táið teir fara leypandi eftir fjallatindunum; tað ljóðar, sum táið eldslogin brennir upp hálm, sum veldigur herur, vápnaður til bardaga.
6
Fólkasløg skelva fyri henni; øll andlit skifta lit.
7
Sum kappar renna teir fram, sum hermenn storma teir múrarnar; ein og hvør heldur beint fram, teir fara ikki til viks av leiðini.
8
Teir troka ikki hvør annan; hvør heldur fram sína egnu gøtu; millum kastispjót leypa teir fram og steðga ikki ferð síni.
9
Inn í býin storma teir, leypa upp á múrin, treingja seg inn í húsini, fara inn um vindeyguni sum tjóvar.
10
Fyri teimum nøtrar jørðin, og himmalin skelvur; sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt.
11
Framman fyri her Sín letur HARRIN rødd Sína hoyrast; tí ógvuliga stórur er herur Hansara, og sterkur er hann, ið fullførir orð Hansara; ja, stórur er dagur HARRANS og sára øgiligur – hvør tolir hann!
b.
Return with All Your Heart
2:12-17:1
12
Men enntá nú – sigur HARRIN – vendið við til Mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan,
13
og skræðið sundur hjarta tykkara – ikki klæði tykkara – ja, vendið við til HARRAN Gud tykkara! Tí Hann er náðigur og miskunnsamur, langmóðigur og ríkur í miskunn, og Hann angrar hitt illa.
14
Hvør veit! Hann kundi vent um og angrað og latið signing eftir Seg – matoffur og drykkjuoffur til HARRAN Gud tykkara!
15
Blásið í horn á Zion, lýsið heilaga føstu, kunngerið hátíðarstevnu!
16
Savnið fólkið, lýsið heilaga samkomu, kallið saman hinar gomlu, savnið smábørnini, ja, tey, ið súgva móðurbróst! Brúðgómurin fari út úr kamari sínum, brúðurin úr brúðarsali sínum!
17
Millum forhøllina og altarið skulu prestarnir, tænarar HARRANS, standa grátandi og siga: „Spar, HARRI, fólk Títt, gev ikki arv Tín upp til vanæru, so heidningar verða harrar teirra! Hví skulu tey siga millum tjóðirnar: „Hvar er Gud teirra!““
c.
God’s Response
2:18-32:1
i.
Restoration Promised
2:18-27:1
18
Tá ger HARRIN álvara av at hjálpa landi Sínum, og Hann sparir fólk Sítt.
19
HARRIN svarar fólki Sínum: Ja, Eg skal senda tykkum korn, vín og olju, so tit verða mett, og Eg skal ikki longur geva tykkum upp til vanæru millum heidningarnar!
20
Fíggindan norðaneftir skal Eg reka langt burt frá tykkum og koyra hann avstað til turt og oyðið land, oddaflokk hansara út í eysturhavið og halaflokk hansara út í vesturhavið, stinkurin skal standa upp av honum, ringur roykur – tí stórverk er hann farin undir at gera.
21
Óttast ikki, land! Fegnast og ver glatt! Tí stórverk hevur HARRIN gjørt.
22
Óttist ikki, tit dýr á markini! Tí haglendið í oyðimørkini grønkar, trøini bera ávøkst sín, fikutræið og víntræið geva kraft sína.
23
Og tit, børn Zions, fegnist og gleðist í HARRANUM Gudi tykkara! Tí Hann gevur tykkum læraran í rættvísi, og so sendir Hann regn niður yvir tykkum, heystregn og várregn, sum áður.
24
Treskiplássini skulu verða full av korni, og vínið og oljan skulu renna út av persunum.
25
Og Eg skal bøta tykkum aftur árini, táið grashoppan, bítarin, skavarin og gnagarin ótu alt upp – hin stóri herur Mín, sum Eg sendi móti tykkum.
26
Tit skulu eta og verða mett og prísa navni HARRANS Guds tykkara, sum hevur gjørt slíkt undurfult við tykkum; og fólk Mítt skal aldri í allar ævir verða til skammar.
27
Tit skulu sanna, at Eg búgvi mitt í Ísrael, og at Eg eri HARRIN Gud tykkara – Eg og eingin annar; fólk Mítt skal aldri í allar ævir verða til skammar.