Dániel kap. 12

Uppsetan
iv. The End Times
12:1-13:1
1 „Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.
2 Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.
3 Men hini vitigu skulu skína, sum himmalhvølvið skínur, og tey, sum hava leitt mong til rættvísi, sum stjørnurnar, í aldur og allar ævir.
4 Og tú Dániel! Goym hesi orð og innsigla bókina inntil tíð endans! Mong skulu granska í henni, og kunnskapurin skal verða stórur.“
5 So fekk eg, Dániel, í sjón míni tveir aðrar at síggja, sum stóðu har, hvør á sínum áarbakkanum.
6 Annar teirra segði við mannin í línklæðum, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni: „Hvussu leingi verður tað, áðrenn hetta undurfulla er at enda?“
7 Tá hoyrdi eg, hvat maðurin í línklæðum segði, hann, sum stóð uppi yvir vatninum í ánni; hann lyfti báðar hendur upp móti himli og svór um Hann, sum livir í allar ævir: „Tíð, tíðir og hálva tíð; og táið vald hins heilaga fólks er sorað í grund, skal alt hetta ganga út.“
8 Eg hoyrdi tað, men skilti tað ikki. So spurdi eg: „Harri! Hvat er hitt síðsta av hesum?“
9 Hann svaraði: „Far, Dániel! Tí hesi orð skulu vera goymd og innsiglað líka til tíð endans.
10 Mong skulu verða reinsað, tváað og roynd; hini gudleysu skulu vera gudleys við sama lagi, og eingin av hinum gudleysu skal skilja hetta; men hini vitigu skulu skilja tað.
11 Frá tí at hitt dagliga ofrið verður avtikið, og viðurstygd oyðingarinnar sett upp, skulu ganga 1290 dagar.
13 Men gakk tú endanum ímóti! Tú skalt hvíla og standa upp og taka við luti tínum, táið dagarnir eru at enda.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul