Sorgarsongirnir kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
4.
The Siege of Jerusalem
4:1-22:1
1
Sum tó er fallið á gullið! Sum tó hitt fínasta gullið er umbroytt! Hinir heilagu steinar liggja slongdir á hvørjum vegamóti.
2
Hinir dýru synir Zion, líka mikið verdir sum fínasta gull – hvussu eru teir ikki mettir javnt við leirkrukkur, verk av hondum leirkerasmiðs!
3
Enntá sjakalar bjóða fram júgrið, geva hvølpum sínum at súgva – men dóttir fólks míns er vorðin harðhjartað sum strutsurin í oyðimørkini.
4
Tunga bróstabarnsins hongur føst í gómunum av tosta; smábørn biðja geva sær breyð, men har er eingin, sum býtir út til teirra.
5
Tey, sum ótu fínar rættir, liggja nú máttleys á gøtunum; tey, sum vórðu borin á purpuri, fevna nú tøðdungum.
6
– So varð tá straffin fyri misgerð dóttur fólks míns størri enn straffin fyri synd Sodoma, sum varð brotin í grund eftir eini løtu, uttan at hendur vórðu reiggjaðar móti tí!
7
Høvdingar hennara vóru reinari enn kavi, hvítari enn mjólk; kroppur teirra var reyðari enn koralar; teir sóu út sum safirur.
8
Myrkari enn svart eru teir nú at síggja; teir verða ikki kendir á gøtunum; beinini í teimum eru komin út undir húðina, ið er tornað sum træ.
9
Lukkuligari vóru tey, sum fullu fyri svørði, enn tey, sum hungurin gjørdi enda á, tey, sum tærdust burtur og gingu til grundar, tí teimum fattaðist breyð.
10
Eymhjartaðar kvinnur kókaðu sjálvar børn síni, sum tær høvdu til føði, táið dóttir fólks míns gekk til grundar.
11
HARRIN tømdi bræði Sína, úthelti brennandi vreiði Sína og kyndi eld í Zion, sum legði grundvøllir tess í oyði.
12
Hvørki kongar jarðarinnar ella nakar, sum á jarðarríki búði, hugsaði, at óvinur og fíggindi skuldi koma inn um portur Jerusalems.
13
– Syndir profeta teirra, misgerðir presta teirra – sum útheltu blóð rættvísra í býnum – voldu, at so gekk.
14
Teir reikaðu um sum blindir á gøtunum, útdálkaðir í blóði, so ikki var nertandi við klæði teirra.
15
„Varðið tykkum! Ein óreinur!“ varð rópt undan teimum; „varðið tykkum, varðið tykkum, nertið ikki við teir!“ – Tí teir eru flýddir og reika um, og sagt verður millum heidningarnar: „Her sleppa teir ikki at vera longur!“
16
Ásjón HARRANS hevur spjatt teir sundur, Hann vendir Sær ikki til teirra meir; prestar virða teir* ikki, hinum gomlu vísa teir ikki miskunn.
17
So leingi sum tað* stóð, stardu eygu okkara seg móð eftir hjálp, ið ikki kom; á vakttornum okkara hugdu vit eftir tjóð, ið ikki kundi frelsa okkum.
18
Teir lúrdu eftir, hvar vit stigu, so vit fingu ikki gingið á gøtum okkara; endi okkara var komin nær, tíð okkara var úti, ja, endi okkara var komin.
19
Teir, ið lógu eftir okkum, vóru kvikari enn ørnirnar undir himli; á fjøllunum eltu teir okkum, í oyðimørkini lúrdu teir eftir okkum.
20
Lívsandi okkara – hin salvaði HARRANS – varð fangaður í grøvum teirra, hann, ið vit søgdu um: „Í skugga hansara skulu vit liva millum tjóðirnar.“
21
Fegnast tú og ver glað, dóttir Edom, tú, sum býrt í Uzlandi! Steypið kemur til tín við, tú skalt verða drukkin og lata teg nakna!
22
Straff tín er at enda, dóttir Zion! Hann skal ikki lata teg fara í útlegd uppaftur. Men teg, dóttir Edom, skal Hann heimsøkja fyri misgerð tína, opinbera syndir tínar!