Sorgarsongirnir kap. 2

Uppsetan
2. God’s Anger over Jerusalem
2:1-22:1
1 Sum Harrin í vreiði Síni hevur lagt myrk skýggj yvir dóttur Zion! Hann hevur kastað dýrd Ísraels av himli til jarðar, og vreiðidag Sín hevur Hann gloymt fótaskammul Sín.
2 Harrin hevur ikki eirt, men forkomið øllum bústøðum Jákups; Hann hevur í vreiði Síni rivið niður øll hervirki dóttur Juda, sligið tey til jarðar; Hann hevur vanhalgað ríkið og høvdingar tess.
3 Í brennandi vreiði hevur Hann høgt av hvørt horn í Ísrael, tikið høgru hond Sína aftur fyri ásjón fíggindans og sett eld á Jákup, líkur eldsloga, ið oyðir rundan um seg.
4 Hann hevur eins og fíggindi spent boga Sín; við høgru hond Síni steig Hann fram eins og mótstøðumaður og drap alt tað, ið var eyga okkara gleði; í tjaldi dóttur Zions hevur Hann helt út vreiði Sína sum eld.
5 Harrin er vorðin sum fíggindi, Hann hevur forkomið Ísrael, forkomið øllum høllum tess, lagt borgir tess í oyði og dungað oman yvir dóttur Juda eina sorgina fyri og aðra eftir.
6 Hann hevur rivið niður tabernakul Sítt eins og urtagarð, lagt hátíðarstað Sítt í oyði; HARRIN hevur gjørt, at hátíð og sabbatur eru gloymd í Zion; í vreiði Síni hevur Hann vrakað bæði kong og prest.
7 Harrin hevur vrakað altar Sítt, ikki skoytt um halgidóm Sín; Hann hevur givið í hendur fíggindans hallarmúrar tess*; teir** lótu sum hátíðardag rødd sína ljóða í húsi HARRANS.
8 HARRIN hevur sett Sær fyri at oyða múr dóttur Zions; Hann strekti út málisnørið, Hann helt ikki hond Síni aftur frá herjing, Hann læt sorg koma yvir verndarvirki og múr, avfallin liggja tey har øll.
9 Portur tess eru sokkin í jørðina, Hann hevur oytt og brotið sláir tess; kongar og høvdingar tess búgva millum heidningarnar, so eingin lóg er; ei heldur hava profetar tess fingið nakra sjón frá HARRANUM.
10 Hinir elstu hjá dóttur Zion sita tigandi á jørðini; teir hava stroytt dust á høvd sítt og sveipað seg í syrgibúna; moyggjar Jerusalems boyggja høvd sítt til jarðar.
11 Eygu míni eru tærd burtur av gráti, tað kókar innan í mær, livur mín er runnin út á jørðina, tí dóttir fólks míns er oydd, tí smábørn og bróstabørn ørmaktast á gøtum staðarins;
12 tey róptu á møður sínar: „Hvar er korn og vín?“ – táið tey ørmaktaðust á gøtum staðarins eins og ein, ið særdur er – táið tey góvu upp andan við móðurbarm.
13 Hvat skal eg vitna fyri tær, hvat skal eg líkna teg við, tú dóttir Jerusalem? Hvat skal eg meta javnt við teg, so eg kundi uggað teg, moyggin, dóttir Zion? Tí stórt sum havið er sár títt – hvør er førur fyri at grøða teg!
14 Profetar tínir hava skoðað tær fáfongd og dárskap; teir opinberaðu ikki misgerð tína, so lagna tín kundi verða vend; nei, teir kunngjørdu tær tómar og villleiðandi spádómar.
15 Tey sláa saman hendur yvir tær, øll, ið ganga framvið á vegnum; tey spotta og rista við høvdinum yvir dóttur Jerusalem: „Er hetta staðurin, ið tey róptu hin alfagra, gleði alrar jarðarinnar?“
16 Teir spíla upp gapið móti tær, allir fíggindar tínir, teir spotta og bíta á kampi, teir siga: „Vit hava forkomið henni! Ja, hetta var dagurin, ið vit hugaðu okkum til, og hann kom, meðan vit livdu, vit fingu hann at síggja!“
17 HARRIN hevur gjørt tað, ið Hann hevði sett Sær fyri; Hann hevur latið orð Sítt ganga út, tað, sum Hann longu í fornum døgum hevði kunngjørt; Hann hevur rivið niður og ikki eirt, og Hann læt fíggindan hava frægd av tær, Hann læt mótstøðumenn tínar bera hornini høgt.
18 Hjarta teirra rópar til Harran – tú múrur dóttur Zions! Lat tár renna sum løkir bæði dag og nátt, unn tær onga hvíld, lat ikki eyga títt fáa frið!
19 Far upp um náttina og rópa hart – hvørja ferð ein náttarvøka byrjar! Lat hjarta títt renna út sum vatn fyri ásjón Harrans! Lyft hondunum til Hansara fyri lívi barna tína, sum ørmaktast av hungri á hvørjum vegamóti!
20 Hygg, HARRI, hygg! Hvønn hevur Tú gjørt so við! Skulu kvinnur eta lívsfrukt sína, børnini, ið borin verða á arminum! Skulu prestar og profetar verða dripnir í halgidómi Harrans!
21 Ungir og gamlir liggja á jørðini, á gøtunum; moyggjar mínar og ungu menn mínir eru fallin fyri svørði; Tú drapst vreiðidag Tín, Tú høgdi niður og eirdi ikki.
22 Sum hátíðardag stevndi Tú saman ræðslum yvir mær úr øllum ættum, og ikki ein slapp undan ella varð bjargaður vreiðidag HARRANS; tey, ið eg hevði borið á arminum og fostrað upp, teimum forkom fíggindi mín.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul