Hásongurin kap. 2

Uppsetan
b. The Bride’s Admiration
2:1-17:1
3 „Sum apaldur millum trøini í skóginum er vinur mín millum unglingarnar; í skugga hansara trái eg at sita, ávøkstur hansara er gómum mínum søtur.
5 Styrkið meg við vínberjakøkum, lívgið meg við súreplum! Tí eg eri sjúk av kærleika.
7 Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!
8 Hoyr! Har er vinur mín! Ja, hygg, har kemur hann rennandi um fjøllini, leypandi um hæddirnar!
9 Vinur mín er sum skógargeit, hann er sum ungur hjørtur. Hygg, har stendur hann undir veggi okkara, hann hyggur inn um vindeyguni, kagar inn gjøgnum rimaverkið!
10 Vinur mín tekur til orða og sigur við meg: „Reis teg, elskaða mín, tú hin fagra mín, og kom út!
12 blómurnar eru farnar at síggjast á jørðini, songtíðin er komin, og turtildúvan letur rødd sína hoyrast í landi okkara;
13 ávøkstur fikutræsins er farin at búnast, víntrøini blóma og breiða út anga sín; reis teg, elskaða mín, tú hin fagra, kom!
14 Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins! Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt.“
15 – Takið okkum revarnar, hinar smáu revar, ið forkoma víngørðunum, nú ið víngarðar okkara blóma!
17 Inntil dagurin verður svalur, og skuggarnir flýggja – vend við, vinur mín, og ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllunum við gjáum!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul