Hásongurin kap. 1

Uppsetan
1. The Courtship
1:1-3:5
a. The Bride Confesses Her Love
1:1-17:1
3 Søtur er angin av smyrslum tínum, navn títt er úthelt olja; tí elska moyggjar teg.
4 Drag meg! Við skundi skulu vit fylgja tær. Kongurin tók meg inn í kømur síni. Vit skulu frøa og gleða okkum í tær, vit skulu prísa kærleika tínum meir enn víni; av sonnum hjarta elska tær teg.
5 Svørt eri eg, men yndislig kortini, tit døtur Jerusalems, sum tjøld Kedars, sum tjaldteppi Sálomos.
6 Hyggið ikki at mær, fyri tað at eg eri so svørt, fyri tað at eg eri so brend av sólini! Synir móður mínar vórðu illir við meg, teir settu meg at røkta víngarðarnar, mín egna víngarð havi eg ikki røktað.
7 Sig mær, tú, sum sál mín elskar, hvar røktar tú fylgi títt? Hvar letur tú tað hvíla um middagin? Hví skal eg ganga sum vilst kvinna hjá fylgjum felaga tína?“
8 „Veitst tú tað ikki, tú hin vakrasta av kvinnum, so far bert avstað í sporum fylgisins og røkta geitalomb tíni við tjøld hirðanna!
17 Bjálkarnir í húsi okkara eru sedrisviður, tað er bróstað við syprisviði.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul