Fyrra Kongabók kap. 4

Uppsetan
c. Solomon's Kingdom, Wealth, and Wisdom
4:1-34:1
3 Elihoref og Ahia, synir Sisa, vóru ríkisskrivarar; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari;
5 Azarja, sonur Natan, var yvir fútunum; Zabud, sonur Natan, var prestur,* vinmaður kongs;
6 Ahisar var hallarstjóri; Adoniram, sonur Abda, var yvir teimum, sum gjørdu pliktarbeiði.
7 Sálomo hevði yvir alt Ísrael sett tólv fútar; teir skuldu síggja til, at kongurin og hús hansara høvdu tað, ið teimum tørvaði – hvør teirra ein mánað um árið.
12 Ba’ana, sonur Ahilud, hevði Ta’anak, Megiddo og alt Bet-Sean, sum liggur við Zaretan niðan fyri Jizre’el, frá Bet-Sean til Abel-Mehola líka vestur um Jokmeam;
13 Ben-Geber í Ramot í Gilead; hann hevði teir býirnar í Gilead, sum itu eftir Ja’ir, syni Manasse; hann hevði eisini landspartin Argob í Basan, 60 stórar býir við múrum og koparsláum;
19 Geber, sonur Uri, í Gileadslandi, tí landinum, sum Sihon amoritakongur og Og, kongurin í Basan, høvdu átt; hann var einsamallur fúti har í landinum.
20 Juda og Ísrael vóru fjølment sum sandur á sjóvarstrond; tey ótu, drukku og vóru glað.
21 Sálomo var harri yvir øllum ríkjunum frá Ánni* til Filistaraland og líka at landamarki Egyptalands; teir komu við gávum til Sálomo og tæntu honum alla tíð hansara.
22 Tað, ið tørvaði um dagin til matna hjá Sálomo, var: 30 kor av fínum mjøli og 60 kor av vanligum mjøli,
23 10 fitaðir oksar, 20 neyt úr haganum og 100 kríatúr av smáfæi – umframt hjørtir, skógargeitir, dádýr og fitaðir fuglar.
24 Tí hann var harri yvir øllum landinum vestan fyri Ánna, frá Tifsa líka til Gaza, yvir øllum kongunum vestan fyri Ánna; og hann hevði frið á øllum síðum, rundanum,
25 so at Juda og Ísrael búðu trygt, hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, úr Dan líka til Be’erseba, alla tíð Sálomos.
26 Sálomo hevði so nógvar hestar, sum settir vórðu fyri 40000 vagnar, og 12000 hestmenn.
27 Fútarnir, sum nevndir eru, aktaðu eftir – hvør sín mánað – at Sálomo kongur og øll, sum sótu til borðs hjá Sálomo kongi, høvdu tað, ið teimum tørvaði; teir lótu einki tvørra.
28 Byggið og hoyggið til rossini og vagnhestarnar fluttu teir, hagar sum hann var, hvør eftir sum honum var fyriskrivað.
29 Gud gav Sálomo vísdóm og ovurhonds klókskap og vit so víðfevnandi, sum sandurin er nógvur við sjóvarstrond.
30 Vísdómur Sálomos var størri enn vísdómur alra Eysturlendinga og allur vísdómur Egypta.
31 Hann var vísari enn øll menniskju – vísari enn Etan Ezra’itur og vísari enn Heman, Kalkol og Darda, synir Mahol; hann var tiltikin millum øll fólkasløg rundanum.
33 Hann talaði um trøini, líka frá sedristrænum á Libanon til isopin, ið veksur út úr vegginum; og hann talaði um dýrini, um fuglarnar, um skriðdýrini og um fiskarnar.
34 Tey komu av øllum fólkasløgum at lurta eftir vísdómi Sálomos, frá øllum kongum jarðarinnar – sum høvdu hoyrt vísdóm hansara tiltiknan.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul