Rutt kap. 3
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Ruth’s Redemption Assured
3:1-18:1
a.
Naomi Advises Ruth
3:1-5:1
1
No’omi, vermóðir hennara, segði nú við hana: „Dóttir mín! Skuldi eg ikki hjálpt tær at fingið heim, so tú kanst hava tað gott!
2
Hoyr nú! Boaz, hvørs gentum tú hevur verið saman við, hann er skyldmaður okkara. Nú í nátt kastar hann bygg á treskiplássinum.
3
Vaska tær nú og salva teg, lat teg í og far oman á treskiplássið, men far so avstað, at maðurin fær teg ikki at síggja, fyrrenn hann er liðugur at eta og drekka!
4
Táið hann so legst, ansa tá eftir, hvar hann leggur seg, far so og lyft upp kappan við føtur hansara og legg teg har – hann skal tá siga tær, hvat tú skalt gera!“
5
Hon svaraði: „Eg skal gera alt tað, ið tú sigur!“
b.
The Kinsman-Redeemer
3:6-15:1
6
So fór hon oman á treskiplássið og gjørdi, á allan hátt sum vermóðir hennara hevði álagt henni.
7
Táið Boaz hevði etið og drukkið og var í góðum lagi, fór hann og legðist við enda korndungans; tá kom hon spakuliga og lyfti upp kappan við føtur hansara og legðist har.
8
Á midnátt varð maðurin kløkkur, og táið hann settist upp undir seg, sá hann, at kvinna lá við føtur hansara.
9
Hann segði tá: „Hvør ert tú?“ Hon svaraði: „Eg eri Rutt, tænastukvinna tín – breið út kappahorn títt yvir tænastukvinnu tína, tí tú ert loysari mín!“
10
Tá segði hann: „HARRIN signi teg, dóttir mín! Tú hevur nú víst enn meiri kærleika enn áður – at tú ert ikki farin eftir hinum ungu dreingjunum, hvørki fátækum ella ríkum!
11
Óttast tí nú ikki, dóttir mín! Alt tað, ið tú sigur, skal eg gera fyri teg; tí alt fólkið í býi mínum veit, at tú ert dugnalig kvinna.
12
Tað er, sum tú sigur: Eg eri loysari tín; men annar loysari er, sum er nærri enn eg.
13
Verð nú her í nátt! Vil hann so í morgin loysa teg – gott, so lat hann tað! Men hevur hann ikki hug at loysa teg, so loysi eg teg – so satt sum HARRIN livir! Verð nú liggjandi inntil í morgin ári!“
14
Hon varð tá liggjandi við føtur hansara inntil um morgunin; men hon reistist, áðrenn fólk enn kendu hvørt annað, tí hann hugsaði: „Tað má ikki spyrjast, at kvinna er komin higar á treskiplássið!“
15
Síðani segði hann: „Kom higar við kápuni, ið tú ert í – halt hana fram!“ Og táið hon helt hana fram, máldi hann seks mál av byggi og gav henni tað at bera. So fór hon inn í býin.
c.
Ruth Returns to Naomi
3:16-18:1
16
Táið hon kom til vermóður sína, segði vermóðirin: „Hvussu gekst, dóttir mín?“ Hon segði henni tá alt, ið maðurin hevði gjørt við hana,
17
og segði: „Hesi seks málini av byggi gav hann mær, tí hann segði: „Tú skalt ikki koma tómhent heim til vermóður tína!““
18
Tá segði hon: „Halt teg nú kvirra, dóttir mín, inntil tú fært at síggja, hvussu gongur! Tí tann maðurin gevst ikki, fyrrenn hann fær hesi viðurskifti gjørd av, og tað í dag!“