Seinna Tessalonikabrævið kap. 1

Uppsetan
1. Comfort During Persecution
1:1-12:1
a. Greetings to the Thessalonians
1:1-4:1
1 Paulus, Silvanus og Timoteus – til samkomu Tessalonikamanna í Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi.
2 Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
3 Skylda okkara er altíð at takka Gudi fyri tykkum, brøður – sum tilhoyriligt er – fyri, at trúgv tykkara eykast í stórum, og kærleikin hvør til annan veksur hjá hvørjum og einum av tykkum øllum,
4 so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í samkomum Guds fyri tol og trúgv tykkara í øllum atsóknum og trongdunum, ið tit líða –
b. Worthy of the Kingdom of God
1:5-12:1
5 vitnisburður um rættvísa dóm Guds – fyri at tit skulu roknast ríki Guds verdir, sum tit eisini líða fyri.
7 men tykkum, sum trongd verða, hvílu saman við okkum, táið Harrin Jesus opinberast av Himli við einglum veldis Síns,
8 við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin.
9 Tey skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara,
10 táið Hann kemur hin dag at vísa Seg dýrmætan í øllum hinum heilagu Sínum og verða undranarhávirdur í øllum, sum trúð hava – tí trúgvin varð vitnisburður okkara til tykkara.
11 Tí biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Gud okkara skal rokna tykkum kalli Sínum verd og við kraft fylla tykkum við øllum hugi til hitt góða og til verk trúarinnar,
12 fyri at navn Harra okkara Jesusar kann dýrmetast í tykkum, og tit í Honum, eftir náði Guds okkara og Harrans Jesu Krists.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul